HandveðsLán

Eitt HandveðsLán er eitt lán við trygd í peningi, ið stendur á eini bundnari innlánskontu. 

Rentan á HandveðsLáninum er 2,0% stig omanfyri rentuna á innlánskontuni um peningurin stendur á kontu í Suðuroyar Sparikassa, annars eftir avtalu um í øðrum føroyskum peningastovni. Kostnaðir fyri HandveðsLán eru avgreiðslugjald og eitt eyka gjald, um innlánskontan er úr øðrum peningastovni.

Afturgjaldstíðin fyri HandveðsLán verður avtalað nærri.

Umráðandi er fyri privatpersónar búsitandi í Føroyum, at hugsa um, at rentuskattur verður goldin fyri rentuinntøkurnar á innláninum, meðan rentuútreiðslurnar fyri lánið ikki kunna trekkjast frá. Tað merkir, at  kostnaðurin eftir skatt fyri lánið er hægri enn tey 2% stigini omanfyri, tí tú eisini skalt takað hædd fyri rentuskattinum á innláninum.