NemKonta

NemKonta er ein vanlig bankakonta, sum almennir stovnar í Danmark nýta til veitingar til borgarar. 

Um tú skalt fáa veiting gjøgnum danskar almennir stovnar - SU, pensjón, avlopsskatt ella aðra veiting - er neyðugt, at tú skrásetur eina av tínum kontum til eina NemKontu.

Tú kanst lætt broyta eina av tínum vanligu kontum í Suðuroyar Sparikassa til eina NemKontu, og tú velur sjálv/-ur hvør konta skal broytast.

Tó krevst, at tú hevur fingið danskt persónsnummar (cpr.nr.), áðrenn NemKonta verður skrásett. 

Vilt tú hava NemKontu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.