Við Netbankanum sum app ber til at avgreiða tey flestu bankaviðurskiftini tá tað passar tær, bara fartelefonin hevur samband við netið.

Netbankin sum app virkar á iPhone, Android, iPad og iPod Touch. Netbankin sum app kann nýtast við Wi-Fi ella við Data-roaming.

Netbankin sum app er líka tryggur sum Netbankin á vanligum teldum. Men vit ráða tær til at hava eina kotu á sjálvari telefonini. Minst eisini til at útrita teg úr Netbankanum, tá tú
ert liðug/-ur at brúka Netbankan.

Ynskir tú Netbanka sum app, mást tú fyrst hava skásett teg sum Netbanka-brúkara á einari vanligari teldu. Eftir hetta, kanst tú skráseta teg Netbanka sum app í sjálvum Netbankanum á telduni.

Netbanki sum app er ókeypis at stovna.