Oddi

Í Suðuroyar Sparikassa ber til at stovna eina Oddakontu, so skjótt barniðhevur fingið p-tal. Tá ið eitt Vøggugávubræv verður fylt út og latið okkum,verður ein Oddakonta stovnað, og barnið fær eina gávu og 100 krónur inn ákontuna frá Odda. Vøggugávubrævið fæst í deildum bankans og skal latast inn,áðrenn barnið fyllir 1 ár, tó kann ein Oddakonta verða stovnað, til barniðfyllir 12 ár. 

Til ber bara at stovna eina Oddakontu fyri hvørt barnið.

Her kansttú rokna, hvat ein føst flyting t.d. hvønn mánað gevur barninum í samansparing.

Føst flyting til Oddakontu kann verða stovnað í netbankanum ella í deildumokkara. Flytingin kann altíð verða sett í bíðistøðu ella verða steðgað. 

Oddakontan er bundin, til barnið fyllir 13 ár. 

Tá ið barnið er vorðið13 ár, verður kontan broytt til eina PULS samansparingarkontu, um ikki annað eravtala. PULS samansparingarkontan hevur eisini eina góða rentu.

Tá ið Oddakundi hevur føðingardag, er hann vælkomin inn í eina avdeildum okkara at fáa innbjóðingarkort og ballónir til føðingardagin.