Persónsupplýsingarpolitikkur - cookies

Her verður greitt frá hvussu Suðuroyar Sparikassi nýtur elektronisku slóðina, túleggur eftir tær tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa. 

Ein cookie er ein lítil tekst-fíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Eincookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnurskaðilig forrit. 

Tá ið tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa senda cookiesfylgjandi upplýsingar:

 

Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl,sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna. 

Upplýsingarnar frá cookies kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg.Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti. 

Tú kanst altíð nokta at brúka cookies á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyrikagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við at uttan cookies kanst tú møguliga ikki brúkaallar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjáSuðuroyar Sparikassa, kanst tú í kaganum tú brúkar tær skráseta ss.fo á listan yvirheimasíður tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini møguleiki fyri í flestukagum at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna. 

Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av cookies frá ss.fo ella strika cookies,góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar ss.fo brúkið av cookies frá heimasíðuni hjáSuðuroyar Sparikassa. 

Um tú umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sparikassa ynskir samband, sendir t-posttil okkara, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir títt navn,t-post, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til atviðgera og svara tínari áheitan. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.  


Cookies – Netbankin 

Cookies, sum netbankin ger og nýtir,verða sjálvvirkandi strikaðar, tá ið tú letur kaganaftur. Tað er tí ikki nóg mikið bert at útrita úr netbankanum fyri at strika cookies ínetbankanum. 

Gloymir tú at lata kagan aftur, eftir at tú hevur útrita teg úr netbankanum, kanninnihaldið av cookies frá netbankanum ikki brúkast til at misbrúka tín netbanka. Hettaer eisini galdandi, hóast ein annar innritar seg í netbanka við somu teldu og kaga. 

Netbankin kan ikki brúkast uttan at cookies verða lagdar á tína teldu. Í sambandi viðat tú brúkar Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa, góðkennir tú samstundis at cookiesverða lagdar á tína teldu.