Í jóansøkuvikuni varð plássið - Petursplássið - uttanfyri høvuðssæt okkara í Vági tikið í nýtslu. Somuleiðis varð standmynd av "Petur á Gørðunum", sum listamaðurin Gianfranco Nonne hevur gjørt, avdúkað.

Petur Dahl ella Petur á Gørðunum, sum hann vanliga varð nevndur, varð føddur í Vági jóansøkudag 1878.

Óli Holm, nevndarlimur í Suðuroyar Sparikassa segði nøkur orð um Petur á Gørðunum og um bakgrundina fyri standmyndina. Aftaná avdúkaði abbasonur Petur á Gørðunum, Petur Hans Dahl standmyndina.

Nógv fólk var til tiltakið og Ljómur setti dám á løtuna.

 

Tak niður
Faldari um Petur á Gørðunum
Røða 21. juni 2012 um Petur á Gørðunum