Suðuroyar Sparikassi hækkar útlánsrentur sínar við 0,5% p.a. grundað øktum útreiðslum til marknaðarfígging okkara, umframt hækkandi útreiðslur til Trygdargrunnin fyri innskjótarar, nú Amagerbankin og Fjordbank Mors eru
yvirtiknir av Fíggjarligum Støðufesti. Hetta merkir, at lægsta sethúsarentan hækkar við 0,5 % p.a. - upp til 5,6 % p.a.
Hækkingin er ikki galdandi fyri útlán við fastari rentu og útlán, sum eru bundin at CIBOR rentunum.


Rentubroytingin hevur virknað frá 1. august 2011.

Spurningar kunnu setast til Søren L. Bruhn, tel. 359870.