Úrslitið fyri skatt fyrra hálvár 2021 er 1.419t.kr., sum er 859 t.kr. hægri enn fyrra hálvár 2020. Hetta er ein betring á uml.150 %. 

Eins og vónað, eru innlánini lækkaði - úr 778mió. kr. í 721 mió. kr. 

Útlánini eru lækkaði úr 567 mió. kr. fyrra hálvár2020 niður í 538 mió. kr. fyrra hálvár 2021.  Samstundis eru realkredittlánini økt við 27,5 mió. kr. 

Solvensurin hjáSuðuroyar Sparikassa er styrktur við 3,7 % stigum og er nú 21,4 %, meðansolvenstørvurin er 11,8 %. Lógarkraviðí 2025 er 19,2 %, sum merkir, at Suðuroyar Sparikassi longu í dag lýkur komandiminstukrøvini. 

Suðuroyar Sparikassi hevur sera gott gjaldføriðog LCR er 30. juni 2021 746 %, meðan tað sama tíðarskeið í fjør var 539 %. 

Korona hevur als ikkihavt eins stórar avleiðingar, ið vit óttaðust og hálvársúrslitið er ikkiávirkað neiligt av hesum. Úrslitið er gott og harumframt er kurstapið í fjør áljóðandi-65 t.kr., í ár vent til ein kursvinning á 63 t.kr. Niðurskrivingarnar eruøktar, men í dag eru tær á einum meira vanligum støði og svara til 0,2 % avútlánunum, meðan tær í 2020 í stóran mun vóru ávirkaðar av Koronu. 

Samanumtikið hevur fyrrahálvár 2021 verið stak friðarligt og alt hevur gingið sum ætlað. SuðuroyarSparikassi væntar, at endaliga ársúrslitið 2021 verður 1.900 t.kr. fyri skatt. 

Spurningar um hálvársúrslitið kunnu setast Søren L. Bruhn,stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tak niður

Hálvársroknskapur 2021