Á regluligari eftirlitsvitjan í september 2020 kannaði Fíggjareftirlitið øll høvuðsøkini hjá Suðuroyar Sparikassa.

Suðuroyar Sparikassi er samdur við Fíggjareftirlitinum, ið staðfesti, at Suðuroyar Sparikassi skal nýta størri orku til váða- og complianceøkið, betra um mannagongdir og nágreina starvsskipanir og stýringina á kredittøkinum. Sparikassin hevur longu sett tiltøk í verk fyri at bøta um hesi viðurskifti.

Fíggjareftirlitið hækkaði solvenstørvin hjá Suðuroyar Sparikassa við 0,65 % stigum - upp í 11,2 % stig og kravdi, at Sparikassin skuldi niðurskriva 1,4 mill kr. Niðurskrivingarnar vórðu longdu framdar í 3. ársfjórðingi 2020.
Fíggjareftirlitið metti, at inntøka Sparikassans er ov lítil, tá hugsað verður um kapitalkrøvini, ið herðast í hvørjum. Sparikassin hevur longu sett tiltøk í verk fyri at betra um grundraksturin, soleiðis at eginognin økist fram til 2025, tá ið øll kapitalkrøv eru komin í gildi. Suðuroyar Sparikassi hækkaði kapitalgrundarlagið í november 2020 við einum ábyrgdaraláni. Hetta hevur styrkt solvensin soleiðis at Suðuroyar Sparikassi framhaldandi er ein sterkur peningastovnur. 

Fíggjareftirlitið metti, at fleiri av vinnukundunum eru veikir og skulu kredittmetast lægri. Sparikassin fekk boð um at tryggja sær, at samsvar er millum útlánsrentur og kredittváða. Útlánsrenturnar fyri vinnukundar og tænastugjøldini verða soleiðis tillagaði 21. januar 2021. 

Suðuroyar Sparikassi ásetti negativa rentu av innistandandi hjá vinnukundum í oktober 2019 og hjá privatkundum í juni 2020. Sparikassin broytir 21. januar 2021 mørkini fyri, nær privatkundar skulu rinda negativa rentu á innlánum. Hetta ávirkar eisini grundraksturin positivt hjá Sparikassanum í 2021.

Frágreiðingin frá regluligu vitjanini hjá Fíggjareftirlitinum í Suðuroyar Sparikassa í september 2020 er tøk á heimasíðuni ss.fo. Suðuroyar Sparikassi tekur frágreiðingina til eftirtektar. 

Eru spurningar til frágreiðingina frá Fíggjareftirlitinum, kunnu teir setast Søren L. Bruhn, stjóra, á tlf 239872 ella á soren@ss.fo.


Tak niður
Redegørelse om inspektion i P/F Suduroyar Sparikassi