Suðuroyar Sparikassi tillagar í næstum renturnar á privatumog vinnuligum innlánum. Broytingin er ein avleiðing av gongdini á alheimsmarknaðinum, og framhaldandi negativu rentuni hjá meginbankunum.

Gongdin á marknaðinum hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi í longri tíð hevurhavt beinleiðis undirskot av innlánum, sum kundar hava standandi í bankanum. Avtí at útlitini ikki eru fyri hækkandi rentum, og fyri at leggja uppfyri lága rentustøðinum,tillagar Suðuroyar Sparikassi renturnar á innlánum við støði í gongdini áalheimsmarknaðinum.

Renturnar á vinnuligum innlánum lækka niður til  -0,50% p.a. fyri innlán yvir 100.000 kr.,  og -0,75% p.a. fyri innlán yvir 750.000 kr.Rentan á privatum innlánskontum lækkar niður í 0,00% p.a. Tó verða renturnar á12 mðr. uppsøgn óbroyttar.

Rentan á barna- og ungdómssamansparingarkontum verður 0,20% og rentan á eftirløn verðuróbroytt. Privatkundar fáa ikki negativa rentu.

Suðuroyar Sparikassi kemur nú á marknaðin við einum nýggjum innlánsprodukti við18 mðr. uppsøgn, sum hevur eina rentu upp til 0,20% p.a.

”Tað lága rentustøðið er ein fyrimunurfyri tey, sum taka lán til sethús, men er harafturímóti minni gott fyri tey, sumspara saman. Fyri heilt stuttari tíð síðani væntaði marknaðurin, at renturnarfóru at hækka í næstum. Men nú eru útlitini, at lága rentustøðið heldur fram ílanga tíð framyvir. Hetta er orsøkin til, at vit tillaga okkara rentur”,sigur Søren L. Bruhn, forstjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Tað ber til at økja møguleikan fyri størri avkasti á eitt nú Flex Funding, sumSuðuroyar Sparikassi samstarvar við,  harlægstu renturnar í løtuni liggja á 0,45%, men hetta hevur samstundis ein ávísanváða við sær. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum www.flexfunding.fo. Meira fæstat vita um møguleikarnar á Flex Funding við at seta seg í samband við okkum.

Broytingarnar verða at síggja á heimasíðuni, tá ið tær fáa gildi.

Nærri kunning
SørenL. Bruhn, forstjóra á tel. 239872.

 

Tak niður
Rentubroyting oktober 2019