Vágs Kommuna velur aftur athópfíggja

Øll kunnu bjóða at lána, tá Vágs Kommuna á Flexfunding.fo,fríggjadagin 14. januar 2022, kl. 11:00, søkir at hópfíggja í alt 46 milliónirkrónur til eina rentu á 0,45 % árliga til lánsgevararnar.

Vágskommuna endurtekur nú væleydnaðu hópfíggingina av kommunuskuldini. Fyri trimumárum síðani søkti kommunan – møguliga sum tann fyrsta í heiminum – um fígging áeinum hópfíggingarpalli, flexfunding.fo. Lánið varð fíggjað eftir 14 døgum avlokalum borgarum, vinnuligum íleggjarum og Suðuroyar Sparikassa.

Ísamstarvi við Flex Funding søkir Vágs Kommuna um 46 milliónir krónur í láni áFlexfunding.fo, í sambandi við umfígging av kommunuskuldini. Lánið er eittsokallað standandi lán - avdráttarfrítt í trý ár – við eini árligari fastarirentu á 0,60 %. Lángevararnir fáa eina árliga fasta rentu á 0,45 % í trý ár.Munurin á 0,15% er kostnaður at brúka Flex Funding pallin.

1.380fólk búgva í Vágs Kommunu, og kommunan hevur seinastu árini ment seg nógv. Ídag hýsir Vágs Kommuna eitt fjølbroytt vinnulív og eitt ríkt frítíðar- ogmentanarlív. Borgarstjórin, Bjarni Johansen, væntar, at tað verður møguligt hjákommununi at fáa fíggjað ein part av láninum í nærumhvørvinum

-Hópfígging av kommunuskuldini gevur borgarunum møguleika at stuðla lokalt ogsamstundis fáa ein vinning á samansparingini – ein vinn/vinn støða. Minstaupphædd, ið ein kann lána út, er 200 kr. so øll kunnu vera við, sigurborgarstjórin.

Stjóriní Suðuroyar Sparikassa, Søren Lünell Bruhn, sær tað sum eitt gott ískoyti tilinnistandandi í banka at verða við í umfíggingini av kommunuskuldini.

- Íverandi marknaðarstøðu fær kundin negativa ella onga rentu fyri innistandandi íeinum peningastovni. Hetta er ein møguleiki, um ein kann binda peningin í trýár, tí váðin á kommunufígging er sera lágur. Lán til kommunur verða avmynduleikunum mett at verða uttan váða, sigur stjórin.

Uppboðssølanbyrjar fríggjadagin 14. januar 2022 klokkan 11.00. Uppboðssølan er almenn ogskipað eftir leistinum ‘fyrstur bjóðar, fyrstur fær’.

Meira kunning fæst við at setateg í samband við Søren Lünell Bruhn, stjóra, tel.: 239872 ella á teldupost: soren@ss.fo ella Bjarna Johansen, borgarstjóra, tel.: 239304 ella á teldupost: bjarni@vagur.fo.