Suðuroyar Sparikassi

Freistir fyri flytingar hesa vikuna

21. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagurin 22. mai er ikki bankadagur í Danmark. Tí verða ongar bankaflytingar*) gjøgnumførdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, ið eru galdandi, um flytingar skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn Kristi himmalsferðardag.

Lønarflytingar
Lønarflytingar mugu avgreiðast í seinasta lagi týsdagin 19. mai kl. 15.30. Lønir, ið verða fluttar eftir hesa freist, koma á kontu hjá móttakara mánadagin 25. mai.

Flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa
Seinasta freist at gera flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa er mikudagin 20. mai kl. 18.30.  

Flytingar til kontu í øðrum peningastovni
Seinasta freist at gera vanliga flyting til kontu í øðrum peningastovni er týsdagin 19. mai kl. 18.30. Freistin at gera flyting sama dag er mikudagin 20. mai kl. 11.  

Flytingar til útheimin
Seinasta freist at gera flytingar til útheimin í Netbankanum er mikudagin 20. mai kl. 12. 

*) Skundflytingar, flytingar til útheimin undantiknar
Kunnu tó altíð gerast og eru frammi hjá móttakara beinanvegin. 


 


Tíðindi

  • 18 Jun 2020

    Góða jóansøku
    Vit ynskja øllum suðuroyingum og gestum góða jóansøku. Fríggjadagin hevur deildin í Vági opið sum

  • 19 May 2020

    Freistir fyri flytingar hesa vikuna
    21. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagurin 22. mai er ikki bankadagur í Danmark. Tí

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.