Netbankin
Netbankin er tøkur árið runt og gevur tær møguleika at avgreiða flestu bankaørindi tá tú vilt.
Suðuroyar Sparikassi bjóðar Netbanka til teldu/teldil og snildfon. Og tú kanst velja um tú vilt rita inn í Netbankan við NemID ella uttan NemID (gomul innritan).
Í vinstru síðu ber til at lesa um ymsu hentleikarnar Netbanka útgávurnar hava, soleiðis at tú sært hvat hóskar best til tín tørv. Tað ber m.a. til bæði at hava Netbanka til teldu/teldil og Netbanka sum app.
Tað er ókeypis at stovna eina Netbanka avtalu, men eitt árligt gjald er fyri avtaluna.
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, fyri at fáa Netbanka.