Suðuroyar Sparikassi

Betri Banki hevur keypt partabrøv í Suðuroyar Sparikassa

Tíðindaskriv, 13. mars 2019.

Í sambandi við hækkan av partapeninginum í P/F Suðuroyar Sparikassa í 2012, sum hevði til endamáls at brynja P/F Suðuroyar Sparikassa til framtíðarkrøv, tók Suðuroyargrunnurin upp lán frá lánveitara. Hetta lán kundi sambært avtalu afturgjaldast við partabrøvum í P/F Suðuroyar Sparikassa. Hetta hevur ført til, at partabrøvini eru avhendað til P/F Betri Banka, sum nú eigur 25% av Suðuroyar Sparikassa.

“P/F Suðuroyar Sparikassi hevur ein tryggan marknaðarpart í Suðuroy við sera góðum privatkundum, so vit vóru ikki í iva um at taka av. Vit eru eitt serføroyskt samtak, ið bara virkar á føroyska marknaðinum, so hetta var ein upplagdur møguleiki hjá okkum at gera eina íløgu í Føroyum.” sigur Jean Djurhuus, forstjóri í P/F Betri Banka.

Bæði Jean Djurhuus, stjóri í P/F Betri Banka, og Søren L. Bruhn, stjóri í P/F Suðuroyar Sparikassa, síggja hetta sum ein møguleika at menna eitt samstarv til gagns fyri kundarnar. Enn eru møguleikarnir ikki viðgjørdir, men Søren L. Bruhn leggur aftrat, at kundar í Suðuroyar Sparikassa kunnu fáa ágóða av einum tættari samstarvi við P/F Betri Banka, eins og við aðrar spælarar í føroyska fíggjargeiranum.

Søren L. Bruhn vísir á, at hóast P/F Betri Banki nú verður partaeigari í P/F Suðuroyar Sparikassa, fær hetta ikki ávirkan á, hvussu P/F Suðuroyar Sparikassi verður rikin og skipaður. Sølan ávirkar ikki ræðisrættin hjá Suðuroyargrunninum, sum við sínum 66 % ognarskapi hevur fult ræði á P/F Suðuroyar Sparikassa.

Um tit ynskja at frætta nærri, vinarliga setið tykkum í samband við Søren L. Bruhn, stjóra í Suðuroyar Sparikassa, á tlf 239872, ella Jean Djurhuus, stjóra í Betri Banka, á tlf 548680.


Tíðindi

  • 16 May 2019

    Tekniskir trupulleikar - kaðalslit
    Dagføring kl. 15.47 Allar skipanirnar koyra aftur sum vant.

  • 24 Apr 2019

    Flaggdagin
    Flaggdagin 25. apríl hava deildir okkara stongt. Opið verður aftur fríggjadagin 26. apríl kl. 9.30.Tørvar

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.