Suðuroyar Sparikassi

Falskur teldupostur frá Nets, Visa og MasterCard

Nets ávarar enn einaferð ímóti følskum teldupostum.

Í hesum teldupostum verður móttakarin biðin um at upplýsa eitt nú kortnummar, lokadag, eftirlitstal, kontunummar og p-tal. Svindlarnir royna at fáa hesar upplýsingar við tí ætlan, at misbrúka kontur og gjaldskort.

Felags fyri hesar teldupostar er, at tey siga seg vera frá Nets, Visa, MasterCard ella einum peningastovni. Um tú móttekur teldupost sum ein av hesum standa sum sendari, verður tú biðin um ikki at skráseta nakrar upplýsingar. Somuleiðis verður tú biðin um at strika tílíkar teldupostar.

Nets, Visa, MasterCard ella ein peningastovnur vilja ongantíð biða um tílíkar upplýsingar í einum telduposti.

 

Tak niður
Advarsel mod phishing-mails

Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.