Suðuroyar Sparikassi

Freistir fyri flytingar fyri jól og árslok 2021

Lønarflytingar
Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri jól: týsdagin 21. des. kl. 16.
Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri árslok: týsdagin 28. des. kl. 16. 

Flytingar í Føroyum, Danmark og Grønlandi
Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa fyri jól: týsdagin 21. des. kl. 18.30.
Flyting til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa fyri árslok: hósdagin 30. des. kl. 18.30.

Flyting til kontu í øðrum peningastovni fyri jól: mikudagin 22. des. kl. 18.30.
Flyting til kontu í øðrum peningastovni fyri árslok: mikudagin 29. des. kl. 18.30.

Flyting sama dag fyri jól: hósdagin 23. des. kl. 11.
Flyting sama dag fyri árslok: hósdagin 30. des. kl. 11.

Her og nú flyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til. 

Flytingar til/frá útheiminum
Flytingar til/frá útheiminum fyri jól: týsdagin 21. des. kl. 12.
Flytingar til/frá útheiminum fyri árslok: týsdagin 28. des. kl. 12. 

Vilt tú tryggja tær, at flytingin verður framd fyri árslok, er eitt gott hugskot at gera her og nú flyting, og flyting sama dag í seinasta lagi týsdagin 28. desember, soleiðis at peningastovnarnir hava møguleika fyri at hjálpa við møguligum rættingum/feilum á ársins síðsta bankadegi 30. desember 2021.

Upplatingartíðir
20.-23. desember               kl. 9.30-16.00
24.-26. desember               Stongt
27.-30. desember               kl. 9.30-16.00
31. desember-2. januar      Stongt

Vit mæla tær til at halda almennu tilmælini í samband við COVID-19, og at avgreiða bankaviðurskifti í mestan mun í Netbankanum, umvegis telefon 359870 ella teldupost ss@ss.fo


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.