Suðuroyar Sparikassi

Freistir fyri flytingar í sambandi við Kristi himmalsferðardag

13. mai er Kristi himmalsferðardagur, og fríggjadagurin 14. mai er ikki bankadagur í Danmark. Tí verða ongar bankaflytingar*) gjøgnumførdar hesar báðar dagarnar.

Niðanfyri sært tú freistirnar, ið eru galdandi, um flytingar skulu vera á kontu hjá móttakara áðrenn Kristi himmalsferðardag.

Lønarflytingar
Lønarflytingar mugu avgreiðast í seinasta lagi týsdagin 11. mai kl. 15.30. Lønir, ið verða fluttar eftir hesa freist, koma á kontu hjá móttakara mánadagin 17. mai.

Flytingar til útheimin
Seinasta freist at gera flytingar til útheimin í Netbankanum er mikudagin 12. mai kl. 12.  

Flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa
Seinasta freist at gera flytingar til aðra kontu í Suðuroyar Sparikassa er mikudagin 12. mai kl. 15.30.   

Flytingar til kontu í øðrum peningastovni
Seinasta freist at gera vanliga flyting til kontu í øðrum peningastovni er týsdagin 11. mai kl. 18.30. Freistin at gera flyting sama dag er mikudagin 12. mai kl. 11.  

Skundflytingar
Her vil móttakarin fáa peningin á kontu stutt eftir at flytingin er framd

*) Skundflytingar, flytingar til útheimin undantiknar


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.