Suðuroyar Sparikassi

Hjartastartari í Auto

Í samstarvi millum Auto og Suðuroyar Sparikassa er ein hjartastartari uppsettur í hølunum hjá Auto í miðbýnum í Havn.

Suðuroyar Sparikassi gevur og umsitur hjartastartaran, meðan Auto hýsir hjartastartaranum.

“Vit eru glað fyri at hjartastartarin er settur upp í Auto, tí vit liggja mitt í býnum og vit eru altíð til arbeiðis” – sigur Peter Hentze, Formaður, Auto.

 

Hvørt ár verða 35 føroyingar raktir av hjartatilburði í almenna rúminum ella heima, harav bara 2 yvirliva uttan viðgerð – avdúka altjóða hagtøl í mun til føroysk viðurskfitir. Hetta svarar til 5,7%. Verður hjartastartari brúktur innan 3 minuttir eftir tilburðin, yvirliva 70% eftir ein hjartatilburð – meðan sannlíkindini fyri at ein hjartastartari hjálpir minkar við 10% fyri hvørt minutt eftir hjartatilburðin.

"Hagtølini prógva hvussu stóran týdning tað hevur at fáa skjóta hjálp eftir ein hjartatilburð, og tí er tað gott at seta ein hjartastartara upp í miðbýnum í Havn, har ið nógv fólk savnast – serliga nú stundar til ólavsøku” – sigur Rúni Heðinson, Deildarstjóri, Suðuroyar Sparikassi.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.