Suðuroyar Sparikassi

Mastercard ferðatryggingar í samband við COVID-19


Út at ferðast – hvussu eri eg dekkað/ur?

Hevur tú bílagt eina ferð til eitt øki, har danska uttanríkisráðið mælir frá at ferðast til, ert tú tryggjað/ur, um tú hevur eitt Mastercard ið hevur avlýsingartrygging.

Vit mæla tær til við jøvnum millumbili at kanna síðuna hjá danska uttanríkisráðnum, har tey kunna um hvørji lond mælt verður frá at ferðast til.

Vit mæla eisini til at skráseta teg á danskaralistan, so danska uttanríkisráðið kann seta seg í samband við teg um neyðugt.

Ert tú á ferð?
Um tú ert í sóttarhaldi og hevur COVID-19, vil heimferðin verða tryggjað um tú hevur Mastercard Gull ella Mastercard Platinum. Ert tú í sóttarhaldi og ikki sjúk/ur, er heimferðin ikki tryggjað.

Arbeiðsinntøka
Mastercard tryggingin fevnir ikki um mista arbeiðsinntøku í sambandi við sóttarhald.

Spurningar
Hevur tú spurningar til avlýsing av tínari ferð, kanst tú seta teg í samband við Rejseskade á +45 33 55 37 20.
Ert tú í iva hvussu tú ert tryggjað/ur, kanst tú seta teg í samband við Privatsikring á telefon +45 70 11 17 07.

Spurningar og svar um trygging og COVID-19

Vit mæla til at taka niður appina Rejseklar.

Bráðfeingishjálp
Hevur tú tørv á bráðfeingishjálp, kanst tú seta teg í samband við:

SOS International A/S
Nitivej 6
DK - 2000 Frederiksberg
Telefon +45 70 10 50 50 (svarar alt samdøgrið)

Skráset skaða her, og skal sendast til rejse@privatsikring.dk​

 

 

 

 

 


Tíðindi

  • 07 Aug 2020

    COVID19 Hurðarnar fyribils afturlatnar
    Góði kundi Orsakað av COVID19 verða hurðarnar fyribils afturlatnar frá fríggjadegnum 7. august 2020. Vit

  • 18 Jun 2020

    Góða jóansøku
    Vit ynskja øllum suðuroyingum og gestum góða jóansøku. Fríggjadagin hevur deildin í Vági opið sum

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.