Nýtt: Góðkenn flytingar við fingramerki ella andlitsmynd
Góðkenn flytingar og aðrar gerðir við fingramerki ella andlitsmynd – nýggjur møguleiki í Netbankanum á snildfon frá 6. november. Innritar tú longu nú við fingramerki ella andlitsmynd í Netbankan á snildfon, so er nýggi møguleikin sjálvvirkandi virkin. Annars kanst tú virkja nýggja møguleikan undir “Uppseting”.Í nýggju útgávuni kanst tú eisini sjálv/ur velja raðfylgjuna á kontunum í kontuyvirlitinum. Fyrstu ferð tú ritar inn í nýggju útgavuna sært tú, hvussu tú ger hetta.
Trygdin enn betri - Fyri at økja um trygdina skal Netbankin á snildfonini knýtast at fartelefonnummarinum hjá tær. Tað gert tú við at skráseta títt fartelefonnummar við fyrstu innritan í nýggju útgávuni, og innlesa loynitalið tú fært sendandi sum SMS boð. Legg til merkis, at tað nú er vorðið krav, at tú hevur skermlás á snildfonini fyri at kunna brúka Netbankan á snildfonini.