Suðuroyar Sparikassi

Peningastovnarnir klárir at móttaka eftirlønarinngjøld

Frá og við í dag, 23. januar 2012, er møguligt hjá arbeiðsgevarum at rinda pensjónsgjøld umvegis lønarútgjaldsskipanina, soleiðis at hesi verða skattað í samsvari við rentutryggingarlógina.

Pensjónir frá arbeiðsgevarum kunnu hereftir bert rindast umvegis Lønarportalin, ella við at upplýsa eftirlønargjaldið á einum lønarlista, ið verður latin einum peningastovni.

Tá ið ein eftirløn verður bókað, skal fylgjandi upplýsast:

Eftirlønarinngjøld á kontur í peningastovni

Fyri uppspararar, sum annaðhvørt sjálvir hava goldið inn, ella har arbeiðsgevari hevur goldið inn á eftirlønarkontu í peningastovni í 2010 og/ella 2011, er nýggj eftirlønarkonta stovnað.Framyvir skulu eftirlønarinngjøld ávísast til nýggju eftirlønarkontuna hjá lønmóttakaranum. Fyri at lætta um umleggingina hjá arbeiðsgevaranum  verða inngjøld,  ávíst til “gamlar eftirlønarkontur”, fyribils móttikin og beind á ta nýggju eftirlønarkontuna.Í teimum førum, har nýggj eftirlønarkonta ikki er stovnað sjálvvirkandi, skal lønmóttakarin venda sær til sín peningastovn fyri at stovna nýggja eftirlønarkontu at upplýsa arbeiðsgevaranum um hetta. (Hetta er bert galdandi fyri eftirlønaruppsparar, sum ikki hava goldið inn í 2010 og/ella 2011 – umframt nýggjar kundar).

 

Eftirlønarinngjøld til aðrar eftirlønarveitarar

Fyri eftirlønarinngjøld til føroyskar og útlendskar eftirlønargrunnar, skal eftirlønargjaldið flytast á nýggjar samlikontur, sí meiri kunning á heimasíðuni hjá TAKS  og yvirlit yvir samlikonturnar eisini á heimasíðuni hjá TAKS.

 

Tak niður

Tíðindaskriv frá Felagnum Peningastovnar


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.