Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi á rættari leið

Úrslitið fyri 2011 er 1.075 tús. kr. í halli, samanborið við eitt undirskot í 2010 á 2.582 tús. kr. Úrslitið er betra við 1.507 tús. kr.

Ársúrslitið fyri 2011 er sermerkt av eykaavskrivingum av sparikassans nýggja høvuðssætið við 1.732 tús. kr.

Sparikassin hevur eisini 2011 goldið 0,6 mió. kr. til ”Indskydernes Garantifond” í samband við Amagerbankan og harumframt 0,6 mió. kr. fyri kredittpakkan.

Netto rentu- og ómaksgjøldini hækkaðu við 2.278 tús. kr. úr 26.913 tús. kr. til 29.191 tús. kr. í 2011. Hetta er ein hækking uppá 8,5 %.

Sparikassin staðfesti eisini í 2011 eitt minni kurstap á 640 tús. kr, í mun til eitt kurstap á 1.410 tús. kr. í 2010. Hetta er ein betran við 770 tús. kr.

Í 2011 eru tap og niðurskrivingar á 4.956 tús. kr. í mun til 5.094 tús. kr í 2010. Hetta er eisini ein betran við 138 tús. kr.

Niðurskrivingarnar svaraðu til 1,0 prosent av sparikassans samlaðu útlánum. Hetta kan sammetast við eini samlaðari niðurskriving, millum teir smá bankanar í ”Lokale Pengeinstitutter” ið varð 2,2 prosent fyri 2011.

Sparikassin roknar við, at hann nú er komin yvir ringastu kreppuna og at niðurskrivingarnar í 2012 verða munandi lægri.

Sparikassin avskrivaði 2.922 tús. kr. uppá fastar ognir, maskinur og innbúgv í 2011 í mun til 1.097 tús. kr. í 2010. Nýggja høvuðssætið bar tó við sær, at sparikassin eykaavskrivaði í sambandi við bygningar kr. 1.732 tús.kr. í 2011.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 440 tús. kr. úr 21.878 tús. kr. í 2010 til 22.318 tús. kr. í 2010. Hetta er ein øking á 2 %.

Samlaði skatturin fyri 2011 er -133 tús. kr.

Útlánini eru økt við 21 mió. kr. frá 457 mió kr. í 2010 til 478 mió. kr. í 2011. Ein vøkstur uppá 4,5 %. Innlánini eru lækkaðu við 24 mió. kr. frá 672 mió. kr. til 648 mió. kr. og er hetta ein lækking uppá 3,6 %.

Sparikassans gjaldføri hevur ein yvirdekning upp á 211 prosent. Hetta merkir eitt tøkt gjaldføri á 140 mió. kr. Útlánsprosent sparikassans er í dag 76.

Sparikassans góða gjaldførisstøða er eisini høvuðsorsøkin til, at sparikassin ikki tók av møguleikanum, at skriva út lánsbrøv við statstrygd fyri at útvega sparikassanum enn meira gjaldføri.

Eginpeningurin við ársenda 2011 er 38,3 mió. kr.

Solvensurin við ársenda 2011 var 12,4 % í mun til lógarkravið á 8,0 %.

Umroknað til ársverk starvaðust 17 fólk í Suðuroyar Sparikassa í 2011.

Sparikassin 2012
Sparikassin hevur 1. ársfjórðing 2012 haft eitt yvirskot á 1,0 mió. kr. Sparikassin væntar eitt avlop fyri 2012 á 3,6 mió. kr., tí fleiri útreiðslur eru lækkaðar t.d. útreiðslurnar í samband við Bankapakkarnir.

Á aðalfundinum 30. apríl 2012, valdi nevndarformaðurin Lars Djurhuus ikki at taka við afturvali.

Suðuroyar Sparikassi takkaði honum fyri trúgva tænastu gjøgnum 35 ár, øll árini sum formaður. Eisini bleiv gáva og blómur handa honum.

Gudfinn Olsen, Porkeri bleiv afturvaldur í nevndina.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Hans Petur Joensen, Vágur sum formanni og Gudfinn Olsen, Porkeri sum næstformanni.

Um spurningar eru, vinarligast seti tykkum í samband við Søren L. Bruhn, stjóra á tlf. 239872.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.