Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi tillagar renturnar á innlánum

Suðuroyar Sparikassi tillagar í næstum renturnar á privatum og vinnuligum innlánum. Broytingin er ein avleiðing av gongdini á alheimsmarknaðinum, og framhaldandi negativu rentuni hjá meginbankunum.

Gongdin á marknaðinum hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi í longri tíð hevur havt beinleiðis undirskot av innlánum, sum kundar hava standandi í bankanum. Av tí at útlitini ikki eru fyri hækkandi rentum, og fyri at leggja uppfyri lága rentustøðinum, tillagar Suðuroyar Sparikassi renturnar á innlánum við støði í gongdini á alheimsmarknaðinum.

Renturnar á vinnuligum innlánum lækka niður til  -0,50% p.a. fyri innlán yvir 100.000 kr.,  og -0,75% p.a. fyri innlán yvir 750.000 kr. Rentan á privatum innlánskontum lækkar niður í 0,00% p.a. Tó verða renturnar á 12 mðr. uppsøgn óbroyttar.

Rentan á barna- og ungdómssamansparingarkontum verður 0,20% og rentan á eftirløn verður óbroytt. Privatkundar fáa ikki negativa rentu.

Suðuroyar Sparikassi kemur nú á marknaðin við einum nýggjum innlánsprodukti við 18 mðr. uppsøgn, sum hevur eina rentu upp til 0,20% p.a.

”Tað lága rentustøðið er ein fyrimunur fyri tey, sum taka lán til sethús, men er harafturímóti minni gott fyri tey, sum spara saman. Fyri heilt stuttari tíð síðani væntaði marknaðurin, at renturnar fóru at hækka í næstum. Men nú eru útlitini, at lága rentustøðið heldur fram í langa tíð framyvir. Hetta er orsøkin til, at vit tillaga okkara rentur”, sigur Søren L. Bruhn, forstjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Tað ber til at økja møguleikan fyri størri avkasti á eitt nú Flex Funding, sum Suðuroyar Sparikassi samstarvar við,  har lægstu renturnar í løtuni liggja á 0,45%, men hetta hevur samstundis ein ávísan váða við sær. Tað ber til at gera íløgur gjøgnum www.flexfunding.fo. Meira fæst at vita um møguleikarnar á Flex Funding við at seta seg í samband við okkum.

Broytingarnar verða at síggja á heimasíðuni, tá ið tær fáa gildi.

Nærri kunning
Søren L. Bruhn, forstjóra á tel. 239872.

 

Tak niður
Rentubroyting oktober 2019

 


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.