Suðuroyar Sparikassi

Tíðindaskriv: Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa fyri 2012

Suðuroyar Sparikassi hevur vent gongdini til ein vinning
Suðuroyar Sparikassi hevur fyrra hálvár í 2012 havt framgongd í grundrakstrinum í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Úrslitið fyrra hálvár 2012, áðrenn kursjavnan, burturleggingar, avskrivingar og skatt er t.kr. 3.597 samanborið við t.kr. 2.708 í 2011.

Fyrra hálvár 2012 hevur tó eisini verið eyðkent av umfatandi niðurskrivingum uppá tilsamans 3,1 mió. kr. samanborið við 2,6 mió. kr. í 2011.  Tó vil framgongdin í Suðuroynni hava eitt jaligt árin seinna hálvár.

Sparikassin hevði í fyrra hálvári 2012 eitt avlop uppá 479 tkr, samanborið við eitt hall uppá 468 tkr. í 2011.

Útreiðslurnar vuksu úr 10.687 tkr. til 11.144 tkr. Útreiðslurnar eru sostatt øktar 4,3% samanborið við 2011.

Útlán sparikassans eru økt við 24 mió. kr. frá 464 mió. kr. til 488 mió. kr. Sostatt eru útlánini økt við 5% farna ári. Í sama tíðarskeiði eru innlánini øktvið 88 mió. kr. frá 623 til 711 mió. kr. Hetta er ein øking uppá 14 %.

Sparikassin hevur framhaldandi eitt útlánsprosent á 70, og tískil hevur sparikassin enn eitt sterkt gjaldføri og hevur ikki tørv á fremmandari fígging.

Sparikassans fíggjarstøða er økt úr 683 mió. kr. til 766 mió. kr.  Fíggjarstøðan er økt við 12%.

Sparikassin hevur síðani hálvárið endaði,  framt  eina kapitalhækking á 10 mió kr., soleiðis, at eginognin er økt úr 38.744 tkr. til 48.744 tkr.

Solvensurin ultimo juni 2012 er 12,0% í mun til 12,1% sama tíðarskeið í fjør - lógarinnar krav er 8%. Kapitalhækkanin ger, at sparikassans sólvensur nú er 14,6%.

Sparikassin hevur ein góðan grundrakstur, eitt gott gjaldføri og ein sterkan solvens. Metingar siga, at jaliga búskapargongdin heldur áfram restina av 2012. Hetta fer at hava eina jaliga ávirkan á sparikassans úrslit.

Eru spurningar til roknskapin kunnu hesir setast til Søren L. Bruhn, stjóra – tlf 239872 ella t-post soren@ss.fo

 

Tak niður
Hálvársúrslit 2012

Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.