Suðuroyar Sparikassi

Tíðindaskriv: Suðuroyar Sparikassi snikkaleysur gjøgnum fíggjarkreppuna

Samlaða úrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa gjøgnum fíggjarkreppuna (2008-2010) er eitt hall á 720 tús. kr, og soleiðis er Suðuroyar Sparikassi komin snikkaleysur gjøgnum ógvusligu fíggjarkreppuna.

Ársúrslitið fyri 2010 er 2.582 tús. kr. í halli, samanborið við eitt yvirskot í 2009 uppá 1.707 tús. kr. Ársúrslitið fyri 2010 er sermerkt av óvanligum útreiðslum í sambandi við at KT-skipanirnar vórðu lagdar um og útreiðslum til Bankapakkarnar.

Útreiðslurnar til Bankapakka 1 vórðu í 2010 2,4 mió. kr., umframt 0,6 mió. kr. til ”Indskydernes Garantifond” í sambandi við at Amagerbankan fór av knóranum. Harumframt 1,1 mió. kr. fyri kredittpakkan.

Bankapakki 1 kostaði sparikassanum í alt 5,8 mió. kr.

Suðuroyar Sparikassi metir at føroyski fíggjargeirin í 2009 vísti stóra samfelagsábyrgd, tá ið hann sjálvboðin meldaði seg til eina so kostnaðarmikla skipan sum Bankapakki 1 er.

Landsstýrið hækkaði samstundis í 2009 lønarhæddaravgjaldi hjá peningastovnunum. Hækkanin kostaði Sparikassanum 400 tús. kr. í eykaskatti til landskassan í 2010. Ein skattur, sum bert ávirkar eina vinnugrein og sum ikki tekur atlit at búskaparligu gongdini í samfelagnum: Hetta metir Suðuroyar Sparikassi er sera óheppið í krepputíðum.

Netto rentuinntøkurnar og ómaksgjøldini lækkaðu við 667 tús. kr. úr 27.580 tús. kr. til 26.913 tús. kr. í 2010. Hetta er ein lækking uppá 2%. Høvuðsorsøkin er minni útlánsvirksemi í 2010 orsakað av skiftinum av høvuðsveitara á KT-økinum.

Sparikassin staðfesti í 2010 eitt kurstap á 1.410 tús. kr, í mun til eitt kursvinning á 550 tús. kr. í 2009. Meginparturin av kurstapinum stavar frá tapi av sparikassans partabrøvum í EIK Banka.

Í 2010 hevur Suðuroyar Sparikassi staðfest tap og niðurskrivingar uppá skuldarar á 5.094 tús. kr. í mun til 4.344 tús. kr í 2009.

Niðurskrivingarnar samsvara 1,1% av samlaðu útlánunum. Til sammetingar vórðu samlaðu niðurskrivingarnar í danska bankakervinum 1,5% í 2010.

Suðuroyar Sparikassi metir at niðurskrivingarnar í 2011 verða munandi lægri.

Sparikassin avskrivaði 1.097 tús. kr. uppá fastar ognir, maskinur og innbúgv í 2010 í mun til 837 tús. kr. í 2009.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 2.641 tús. kr. úr 19.381 tús. kr. í 2009 til 21.878 tús. kr. í 2010. Hetta er ein øking á 14%. Orsøkin til vøksturin eru óvanligar útreiðslur í sambandi við skiftið av høvuðsveitara á KT-økinum.

Samlaði skatturin fyri 2010 er -372 tús. kr.

Sum ein avleiðing av fíggjarkreppuni, valdi Suðuroyar Sparikassi longu í seinnu hálvu av 2008 at tálma vøksturin á útlánum, soleiðis at sparikassin stendur væl, hóast árinini av órógvinum á altjóða fíggjarmarknaðinum.

Útlánini eru økt við 6 mió. kr. frá 451 mió kr. í 2009 til 457 mió. kr. í 2010, meðan innlánini eru økt við 122 mió. kr. frá 550 mió. kr. til 672 mió. kr.

Gjaldførið hjá Suðuroyar Sparikassa er gott.
Gjaldførið er yvirdekkað við 267% ið javnsvara tøkum gjaldføri á 190 mió. kr. Útlánsprosentið er í dag 70%.

Góða gjaldførið hjá Suðuroyar Sparikassa er eisini høvuðsorsøkin til, at sparikassin ikki nýtti møguleikan at skriva út lánsbrøv við statsveðhaldi fyri at útvega sparikassanum enn meiri gjaldføri.

Basiskapitalurin aftaná frádrøg er ultimo 2010 kr. 48,7 mió. og eginpeningurin er ultimo 2010 39,6 mió. kr.

Solvensurin ultimo 2010 var 12,4% í mun til lógarkravið á 8,0%.

Umroknað til ársverk starvaðust 17 fólk í Suðuroyar Sparikassa í 2010.

Sparikassin 2011
1. ársfjórðing 2011 hevði Suðuroyar Sparikassi eitt yvirskot á 1,5 mió. kr. Suðuroyar Sparikassi væntar eitt positivt úrslit fyri 2011 á 3,6 mió. kr, tí fleiri útreiðslur lækka t.d. útreiðslur í samband við skifti av høvuðsveitara á KT-økinum og útreiðslur til Bankapakkarnar.


Eri spurningar til roknskapin kunnu hesir setast til Søren L. Bruhn, stjóra tlf. 239872 ella teldupostadr. soren@sparsu.fo.


Ársaðalfundur sparikassans verður tórsdagin 28.apríl 2011 kl. 19.00 í nýggja bygningi í Vági.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.