Suðuroyar Sparikassi

Persónsupplýsingarpolitikkur - cookies

Her verður greitt frá hvussu Suðuroyar Sparikassi nýtur elektronisku slóðina, tú leggur eftir tær tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa. 

Ein cookie er ein lítil tekst-fíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Ein cookie er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. 

Tá ið tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa senda cookies fylgjandi upplýsingar:

 

Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna. 

Upplýsingarnar frá cookies kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá cookies verða givnar víðari ella seldar triðja parti. 

Tú kanst altíð nokta at brúka cookies á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við at uttan cookies kanst tú møguliga ikki brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka cookies frá heimasíðuni hjá Suðuroyar Sparikassa, kanst tú í kaganum tú brúkar tær skráseta ss.fo á listan yvir heimasíður tú ikki ynskir cookies frá. Samstundis er eisini møguleiki fyri í flestu kagum at strika cookies, sum kagin longu hevur lagt á telduna. 

Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av cookies frá ss.fo ella strika cookies, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar ss.fo brúkið av cookies frá heimasíðuni hjá Suðuroyar Sparikassa. 

Um tú umvegis heimasíðuna hjá Suðuroyar Sparikassa ynskir samband, sendir t-post til okkara, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir títt navn, t-post, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara tínari áheitan. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.  


Cookies – Netbankin 

Cookies, sum netbankin ger og nýtir,verða sjálvvirkandi strikaðar, tá ið tú letur kagan aftur. Tað er tí ikki nóg mikið bert at útrita úr netbankanum fyri at strika cookies í netbankanum. 

Gloymir tú at lata kagan aftur, eftir at tú hevur útrita teg úr netbankanum, kann innihaldið av cookies frá netbankanum ikki brúkast til at misbrúka tín netbanka. Hetta er eisini galdandi, hóast ein annar innritar seg í netbanka við somu teldu og kaga. 

Netbankin kan ikki brúkast uttan at cookies verða lagdar á tína teldu. Í sambandi við at tú brúkar Netbankan hjá Suðuroyar Sparikassa, góðkennir tú samstundis at cookies verða lagdar á tína teldu.  

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.