Suðuroyar Sparikassi

Petursplássið tikið í nýtslu

Í jóansøkuvikuni 2012 varð plássið - Petursplássið - uttanfyri høvuðssæt okkara í Vági tikið í nýtslu. Somuleiðis varð standmynd av "Petur á Gørðunum", sum listamaðurin Gianfranco Nonne hevur gjørt, avdúkað.

Petur Dahl ella Petur á Gørðunum, sum hann vanliga varð nevndur, varð føddur í Vági jóansøkudag 1878.

Óli Holm, nevndarlimur í Suðuroyar Sparikassa segði nøkur orð um Petur á Gørðunum og um bakgrundina fyri standmyndina. Aftaná avdúkaði abbasonur Petur á Gørðunum, Petur Hans Dahl standmyndina.

Nógv fólk var til tiltakið og Ljómur setti dám á løtuna.

 

Tak niður
Faldari um Petur á Gørðunum
Røða 21. juni 2012 um Petur á Gørðunum


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.