Suðuroyar Sparikassi

Reglugerð fyri egna mynd á gjaldskort

Fyri at fáa gjaldskort við egnari mynd, eru nakrar treytir viðvíkjandi upphavsrætti, vørumerkjum o.ø., ið skulu haldast.

Búmerkið hjá Suðuroyar Sparikassa skal týðiliga síggjast á kortinum. Sparikassin tilskilar sær rættin til at avvísa bíleggingina um búmerkið ikki sæst týðiligt.

Myndin skal vera í jpeg, tiff ella png formati. Og støddin á myndini má í minsta lagi vera 1020 x 640 pixels og í mesta lagi 3 MB.

Niðanfyri eru dømir um myndir og tekst, ið ikki verða góðtikin:

Suðuroyar Sparikassi tilskilar sær rætt til at avgera, um myndin verður góðkend og hevur ikki skyldu til at grundgeva eina møguliga noktan.

Um gjaldskort við einari noktari mynd verður bílagt fleiri ferðir, kann Suðuroyar Sparikassi útihýsa viðkomandi frá at brúka hesa bílegginarskipan.

Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.