Samleikin kann brúkast til Netbankan í 2021
Føroysku peningastovnarnir hava stuðlað menningini av nýggja talgilda Samleikanum og fegnast tí um, at Samleikin nú er klárur at taka í nýtslu. Við Samleikanum fáa føroyingar eina talgilda innritan og undirskrift, ið kann brúkast til at avgreiða ymisk persónlig viðurskifti trygt og lætt.Samleikin fer eisini at kunna brúkast til at rita inn í nýggja Netbankan, sum peningastovnarnir í løtuni eru í holt við at menna. Nýggi Netbankin verður væntandi klárur at taka í nýtslu tíðliga í 2021. Inntil nýggi Netbankin er tøkur, skulu kundar í føroysku peningastovnunum rita inn í Netbankan sum vant. Vit mæla tó okkara kundum til at útvega sær og brúka Samleikan til aðrar tænastur longu nú.
Les meira um Samleikan her