Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi 1 millión í yvirskoti fyrra hálvár 2019

Úrslitið eftir skatt fyrra hálvár 2019 er 1,0 mió. kr., sum er 0,2 mio. kr. hægri enn fyrra hálvár 2018. 

Útlánini eru hækkaði við 3,8% - úr 566 mio.kr. fyrra hálvár 2018 til 588 mio. kr. fyrra hálvár 2019. Hækkingin stavar í stóran mun frá tryggum útlánum til kommunur. Innlánini lækkaðu í sama tíðarskeiði við 0,1% - úr 733 mió. kr. til 728 mió. kr. 

Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 16,1% og solvenstørvurin er 9,6%. Solvensurin er soleiðis 6,5% stig hægri enn solvenstørvurin. 

Suðuroyar Sparikassi hevur ein yvirdekning í gjaldførinum á 125% og eitt LCR á 582%. Hetta er ein framhaldandi liður í at optimera gjaldføri og kapitalbygnaðin í Suðuroyar Sparikassa. 

Suðuroyar Sparikassi er sum heild nøgdur við gongdina higartil í 2019. 

Spurningar um hálvársúrslitið kunnu setast Søren L. Bruhn, stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.

Hálvársúrslitið 2019

Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.