Suðuroyar Sparikassi

Suðuroyar Sparikassi lækkar rentuna á innlánum uttan uppsøgn

Við virknaði frá 14. apríl 2020 lækkar Suðuroyar Sparikassi innlánsrentuna, fyri innlán uttan uppsøgn hjá privatkundum, niður í  -0,75% fyri kundar, sum hava eina samlaða saldu fyri innlán uttan uppsøgn  yvir 500.000 kr.

Rentubroytingarnar verða framdar fyri at viga upp ímóti teimum útreiðslum, ið Suðuroyar Sparikassi hevur av innlánunum, umframt tey øktu innlánini, sum Suðuroyar Sparikassi hevur móttikið síðstu tíðina.

Harumframt er yvirskipaða gongdin á marknaðunum, og útlitini fyri áhaldandi negativari rentu hjá Tjóðbankanum eisini orsøkir til lækkingina.

Rentubroytingin sæst her:

Upphædd – privatkundar*)

Nýggj renta

Rentubroytingin fær virknað

Innlán uttan uppsøgn  upp til 500.000 kr.

0,00 % p.a.

14. apríl 2020

Innlán uttan uppsøgn omanfyri 500.000 kr.

-0,75 % p.a.

14. apríl 2020

*Galdandi fyri samlaðu innlánini uttan uppsøgn hjá privatkundanum. Allar rentur eru variablar.

Allar aðrar innlánsrentur eru óbroyttar . Rentan á uppsagnarkonti og EftirLønar konti er upp í 0,20% p.a. Sí okkara rentuyvirlit her.


Nærri kunning
Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, Stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.