Ein kundi rindar negativa rentu fyri samlaðu innlánini hjá sær, bólkað eftir vanligum innlánum privatkundar, vanligum innlánum vinnukundar og innlánum á samansparingarkontum.
Tó er negativ renta fyri saldur á hesum kontum – omanfyri markið, nær negativ renta verður roknað - hvør sær: OddaKonta, PulsSamansparing, FokusFramtíðarkonta, valutakonta og klientkonta.
Eftirlønarkonta rindar ikki negativa rentu.
Øll innlán sum ikki eru innlán á samansparingarkontum 3 mðr, 12 mðr, 18 mðr, OddaKontu, PulsSamansparing, FokusFramtíðarkontu, valutakontu, klientkontu eru vanlig innlán.