Suðuroyar Sparikassi

Tíðindaskriv frá Felagnum Peningastovnar

Cryptomathic (gomul innritan) verður ikki longur mett at vera ein trygg innritanarloysn fyri kundarnar, og tí verður hesin háttur at rita inn í Netbankan og Lønarportalin ikki longur tøkur tann 29. mai 2020.

Í dag innrita flestallir føroyingar við NemID í Netbankanum. Men nakrir fáir privat- og vinnukundar brúka framvegis Cryptomathic-innritanina til Netbankan og nøkur vinnurekandi til Lønarportalin.

Trygdin er avgerandi
Innritan við Cryptomathic krevur bert eitt loyniorð, og tí verður trygdin ikki mett at vera nóg góð. Cryptomathic gevur eisini brúkarunum nógvar trupulleikar, tí hon riggar bert í gamla Internet Explorer-kaganum, ið ikki longur er tryggur at brúka. Harumframt krevur hon forritið Java á telduni, sum eisini verður mett at vera ótrygt.


NemID er ein munandi tryggari innritan, av tí at hon bæði krevur loynital og loyniorð fyri at fáa atgongd til Netbankan ella Lønarportalin. Ein trygg, føroysk innritanarloysn – Talgildi Samleikin – verður í løtuni ment. Føroyskir peningastovnar vænta at taka Talgilda Samleikan í nýtslu í 2021.

Tosa við bankan áðrenn 29. mai
Peningastovnarnir heita á øll, sum framvegis brúka “gomul innritan”, t.e. Chryptomatic, um at seta seg í samband við sín peningastovn í góðari tíð innan freistina 29. mai fyri at stovna NemID. Eftir henda dag fer tað bert at bera til at innrita í Lønarportalin og Netbankan við NemID. Tá nýggja føroyska innritanarloysnin er klár at taka í nýtslu hjá peningastovnunum, verður NemID innritanin síðani væntandi avtikin.

 


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.