Suðuroyar Sparikassi

Vit lata fyribils aftur fyri vitjan av kundum

Dagføring 25. mars 2020

Tiltøkini ímóti COVID-19 verða longd til og við 2. páskadag, 13. apríl 2020.

Hetta er fyri at tryggja at vit kunna veita okkara kundum tænastur umvegis telefon, Netbanka og teldubrævasamskifti.

Orsakað av herdu tiltøkunum fyri at minka um smittuvandan av corona, og fyri at tryggja at Suðuroyar Sparikassi framhaldandi kann veita kundunum tær grundleggjandi tænasturnar, velur Suðuroyar Sparikassi fyribils at lata deildirnar aftur fyri vitjan av kundum frá fríggjadegnum 13. mars 2020, kl. 9.30, og 14 dagar fram.

Heitt verður á kundar um at ringja á 359870,  ella senda teldubræv á ss@ss.fo, um tørvur er á ráðgeving ella tænastu, sum ikki kann avgreiðast í Netbankanum. Eisini ber til at ringja ella skriva beinleiðis til ráðgevan.

Nærri kunning
Spurningar kunnu setast Søren L. Bruhn, Stjóra, tel. 239872 ella soren@ss.fo.


Tíðindi

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.