Boðtænastan
Við Boðtænastuni kanst tú fáa sms-boð ella teldubræv við upplýsing um saldu og seinastu bókingunum - eftir egnum ynski. T.d. tá løn er komin á tína kontu, saldan fer niður um eina ávísa upphædd, flyting ikki framd, ella tú bara vilt fáa upplýst salduna á kontuni fyri vikuskiftið.
Boðtænastan kann nýtast til allar kontur í Suðuroyar Sparikassa – bæði innláns- og útlánskontur.
Tú kanst stovna Boðtænastu í Netbankanum, ella við at seta teg í samband við Suðuroyar Sparikassa.
Við Boðtænastuni kanst tú fáa boð um
- Saldu á kontuni - tú ásetur sjálv/-ur hvønn dag í vikuni tú ynskir at fáa sms-boð.
- Tá saldan fer upp um eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Tá saldan fer niður um eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Tá útgjald av kontuni er størri enn eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Tá inngjald á kontuni er størri enn eina ávísa upphædd - tú ásetur sjálv/-ur hvat upphæddin skal vera.
- Gjalding ikki framd.
- Tú hevur móttikið eitt bræv í Skjalagoymsluni í Netbankanum.
Áset t.d. upphæddina eitt sindur lægri enn vanligu nettulønina og tú fært beinleiðis sms-boð, tá lønin ella pensjónin kemur inn á tína kontu.
Boðtænastan er ókeypis at stovna. Kostnaðurin fyri hvørt sms-boð er kr. 0,50, meðan teldubræv er ókeypis.