Gjaldsloysnir
Fyri at lætta um og tryggja, at fastar útreiðslur verða goldnar til tíðina, hevur tú møguleika fyri at melda føstu útreiðslurnar til talgildar rokningar - sum Gjaldsavtalur.
Flest allar fastar útreiðslur kunnu meldast til talgildar rokningar, t.d. SEV, olja, Kringvarpsgjald, telefon og barnaansing.
Fastar útreiðslur sum verða meldaðar til sum Gjaldsavtalur verða goldnar til tíðina - ómakaleyst og ókeypis fyri teg.
Tú kanst melda fastar útreiðslur sum Gjaldsavtalur í Netbankanum ella við at seta teg í samband við tín kundaráðgeva.
Síðst í hvørjum mánaði verður Gjaldsyvirlit, yvir tínar gjaldsavtalur, tøkt.
Á breddanum
Stuðulsavtalan við B36 longd
Vit stuðla framhaldandi arbeiðinum hjá ungdóminum og besta kvinnuliðnum hjá B36
Ársaðalfundur 11. mars 2024
Ársaðalfundur verður mánadagin 11. mars 2024 í høvuðssætinum í Vági.
Seg teg í samband við okkum