Umhvørvislán

Umhvørvi merkir náttúra og umhvørvi merkir samfelag. Vit í Suðuroyar Sparikassa ynskja at taka eitt tak fyri bæði umhvørvið og samfelagið.

Fyri at vit kunnu lata komandi ættarliði jørðina og umhvørvið so óskalaði sum gjørligt, er neyðugt at vit tálma dálkingini. Øll kunnu vera við til at taka eitt tak fyri umhvørvið og samfelagið sum heild í felag. Fyri at hjálpa kundum okkara at minka um ávirkanina á umhvørvið, bjóða vit Umhvørvislán. Við einum av okkara Umhvørvislánum rakar tú tveir fulgar við einum skoti: Tú gert okkurt munagott fyri umhvørvið og harvið fyri samfelagið sum heild. Tað snýr seg tó ikki einans um at gera nakað gott fyri umhvørvið, tí hóast tú ger nakað fyri at minka um ávirkanina á umhvørvið við einum Umhvørvisláni, so gera varandi orkukeldur eisini, at tú minkar um egnar orkuútreiðslur. Tí er sannlíkt við einum Umhvørvisláni, at framtíðar útreiðslurnar fara at minka.

Hvørji Umhvørvislán kann eg velja?

GrøntBústaðarlán 1

Um húsið ella íbúðin eru bygd eftir BK17 og hevur varandi orkukeldu

Fá meira kunning

GrøntBústaðarlán 2

Um húsið ella íbúðin eru bygd áðrenn BK17 og fær varandi orkukeldu

Fá meira kunning

Orkubetringarlán

Um orkusparandi umvælingar vera gjørdar við bústaðin

Fá meira kunning

GrøntBillán

Um tú keypir ein reinan elbil ella Plug-in/hybridbil, kanst tú fáa GrøntBillán

Fá meira kunning
Hóast orðið “umhvørvi” seinatu árini hevur fingið álagt tann týdningin, at tað er tað, ið verður oyðilagt og niðurbrotið av dálking – tað, ið fyrr einamest varð kallað “náttúra”, so hevur tað eisini aðrar týdningar. Orðið “umhvørvi” kann merkja so mangt: Eitt menniskja er altíð í einum umhvørvi – sosialt, lokalt, nær- og fjarumhvørvi, ella bara samfelagið kring ein. 

Umframt at veita bústaðarfígging og annað slag av fígging sum liður í at vera ein peningastovnur, so stuðlar Suðuroyar Sparikassa eisini ítróttarfeløgum og verkætlanum í lokalumhvørvunum, har vit virka.