Stuðul og sponsor
Vit í Suðuroyar Sparikassa er áhugaði í at sponsorera/stuðla einstaklingum og feløgum, ið vísa ágrýtni innan ítrótt, mentan og annað virksemi í umhvørvinum, har vit eru sjónlig. Á henda hátt kunnu vit geva íkast til menning í nærumhvørvinum.
Umframt at sponsorera einstaklingum og feløgum, so veita vit eisini stuðul til vælgerandi endamál.
Treytir fyri møguligari avtalu
Vit vilja hava, at tú/felagið:
- Er virkin kundi í Suðuroyar Sparikassa
- Hevur virksemið, har Suðuroyar Sparikassi hevur deild
- Kann vísa á eitt álítandi arbeiði
Vit sponsorera/stuðla ikki
- Vit gera ikki avtalur við einstaklingar ella feløg, sum aðrir fíggjarstovnar sponsorera/stuðla ella eru partar av. Tó eru undantøk, tá talan er um vælgerandi endamál
- Vit gera heldur ikki avtalur við skúlaflokkar, almennar stovnar, politiskar og/ ella átrúnaðarligar bólkar o.l.