Ger kortið virkið
Tá tú hevur móttikið eitt VISA/Dankort ella eitt Mastercard, er tað sera týdningarmikið, at tú gert kortið virkið beinanvegin.
Soleiðis gert tú títt kort virkið
- - Í Suðuroyar Sparikassa hava allir kundar eitt kundanummar. Vinaliga finn títt persónliga kundanummar, ið tú finnur á tínum kontuavritum. Kontuavrit síggjast undir Samskifti, skjalagoymsla í Netbankanum. Á netbankin sum app finnir tú kundanummarið undir uppseting.
- - Ring til Nets á tel 0045 44897350.
- - Trýst kortnummarið , enda við #. Kortnummarið er tey 16 tølini, sum standa á forsíðuni á kortinum.
- - Trýst kotuna fyri at gera kortið virkið, enda við #. Kotan er null og síðan fýra tey síðstu tølini í tínum persónliga kundanummari.
- - Eftir hetta fært tú boðini: "Kortet er nu aktiveret".
- Nú kann kortið nýtast í sjálvtøkum, handlum og á internetinum. - - Legg til merkis, at neyðugt er at seta kortið í terminalin fyrstu ferð, tú nýtir kortið fyri at virkja kontaktleysa gjalding.
Tú er sjálvandi eisini vælkomin inn á deildirnar ella at ringja til okkara, so hjálpa vit tær fegin við at virkja kortið.
Seg teg í samband við okkum