Kontur
Flest øll hava brúk fyri einari kontu og sum kundi hjá okkum, kanst tú velja millum fleiri ymisk kontusløg, bæði til dagliga nýtslu og til samansparing.
Tað er skilagott, umframt at hava lønarkontu, at hava ymiskar kontur eitt nú fíggjarkontu og kontu til samansparing.
Ofta settir spurningar/OSS
Fulltrú til kontur
Hvussu eru innlán tryggjaði?
Sum kundi í Suðuroyar Sparikassa eru tygum gjøgnum Ábyrgdargrunnin fyri innsetarar og íleggjarar í ávísan mun tryggjað/-ur ímóti tapi, um Suðuroyar Sparikassi fer á húsagang ella í gjaldsteðg.
Ábyrgdargrunnurin dekkar m.a. navnanoterað innskot/íløgur í peningastovnar við upp til 100.000 EUR fyri hvørt P-tal. Ávis serlig innlán hava eina hægri dekning. Eftirlønarkontur eru tryggjaðar uttan mun til upphædd.
Ábyrgdargrunnurin tryggjar eisini, um tygum sum íleggjari verða fyri tapi, tí tygara peningastovnur ikki kann geva aftur tey virðisbrøv, sum peningastovnurin varðveitir ella umsitur. Tað verður endurgoldið við upp til 20.000 evrur fyri íleggjaran.
Ábyrgdargrunnurin fyri innsetarar og íleggjarar hevur givið út eitt kunningarrit, har tygum kunnu lesa meira um tryggingarviðurskiftini hesum viðvíkjandi.
Meiri kann lesast um Innskjótaratrygdargrunnin her.
Hvussu stovni eg eina kontu?
Um tú ert kundi, kanst tú seta teg í samband við okkum og biðja okkum stovna tær eina kontu. Ert tú nýggjur kundi, skalt tú útfylla eitt oyðublað og senda okkum tað. Oyðublaðið finnur tú her ella við at koma inn á eina av deildum okkara.
Uppsiga kontur
Á breddanum
Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar
Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar Broytingarnar koma í gildi 20. februar 2025.
Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Tryggja tær, at flytingar verða framdar fyri jól og nýggjár.
Seg teg í samband við okkum