Dankort parturin av Visa/Dankortinum nú tøkur í Apple Pay

Brúkar tú eitt VISA/Dankort í Apple Pay? Kanska hevur tú varnast, at eitt hámark hevur verið fyri, hvussu nógv tú hevur kunnað brúkt tilsamans um mánaðin. Higartil hevur nýtsluhámarkið í Apple Pay verið lægri enn við at nýta títt vanliga gjaldskort. Orsøkin hevur verið, at VISA parturin av kortinum, sum verður brúktur. Hetta er nú broytt, soleiðis at tað nú verður Dankort parturin, ið verður nýttur. Fyri teg merkir tað, at nú verður sama nýtsluhámark í Apple Pay sum á vanliga Visa/Dankortinum. Fert tú út í verðina at ferðast við VISA/Dankortinum, er ein fyrimunur at kortnýtslan í Føroyum ikki er farin av nýtsluhámarkinum – og tú kanst brúka meiri pengar á ferðini. Ein annar fyrimunur við broytingini er, at keypini í Føroyum, Grønlandi, Danmark og í innanríkis nethandlum, síggjast nú skjótari í Netbankanum, tá ið tú brúkar Apple Pay.

Broytingin hendir ikki sjálvirkandi. Hevur tú longu tilmeldað títt VisaDankort til ApplePay, kanst tú taka kortið burtur úr ApplePay í Netbankanum á iPhone, og tilmelda tað aftur, fyri at bæði Visa parturin og Dankort parturin kunna brúkast í Apple Pay.

Soleiðis gert tú:

  • Trýst á “Valmynd” niðast í høgra horni
  • Trýst á “Míni kort”
  • Vel Visa/Dankortið
  • Trýst á “Tak burtur” og ógilda kortið í Apple Pay
  • Far út úr myndini ella lata appina aftur
  • Far aftur til “Míni kort” í netbankanum, vel Visa/Dankortið og trýst á “Føj til Apple Wallet

 

Um tú ikki longu brúkar Apple Pay, kanst tú tilmelda títt VisaDankort til Apple Pay umvegis Netbankan á iPhone, og harvið fært tú sjálvvirkandi atgongd til bæði Visa og Dankort partin.

  • Trýst á “Valmynd” niðast í høgra horni
  • Trýst á “Míni kort”
  • Vel Visa/Dankortið og trýst á “Føj til Apple Wallet