Orkubetringarlán
Hugsar tú um at gera betringar í húsinum? Bjálva, skifta tak ella okkurt annað? So er tað helst eyðsætt at gera orkubetrandi íløgu, so útreiðslurnar til olju og/ella streym minka, og samstundis ert tú sum borgari við til at minka um CO2-útlátið.
Til hetta kanst tú fáa eitt Orkubetringarlán, treytað av, at bústaðurin verður kannaður av samstarvsfeløgum okkara, Sp/F Melcon, ráðgevandi verkfrøðingum. Teir ráðgeva um, hvørjar íløgur skulu gerast fyri at betra júst tín bústað.
Við at fáa heimið kannað og ráðgeving í hvussu tú kanst gera orkubetrandi íløgur, kanst tú minka um útreiðslurnar til olju og/ella streym.
Orkubetingarlán verður fíggjað sum bankalán, tó við lægri rentu enn eitt bankalán. Fígging kann fáast upp til 500.000 kr.
Nær skalt tú hugsa um Orkubetringarlán?
Kanst tú svara ja til eitt ella fleiri av nevndu spurningum, so er Orkubetringarlán nakað fyri teg
- Eru húsini ov lítið bjálvað?
- Hava tit ein gamlan ketil ella oljufýr?
- Heldur tú, at tit brúka ov nógva olju?
- Eru vindeyguni uttan orkurútar?
Nakrir fyrimunir við at gera orkuumvælingar
- Helst minni hitarokning
- Sunnari og fjálgari inniumhvørvi
- Kann økja um virðið á húsinum
- Minni ávirkan av hækkandi orkuprísum
- Minni CO2 útlát
Hugsa um orkuumvælingar, tá tú
- Keypir ella selur hús
- Útbyggir ella byggir um
- Skiftir tak, vindeygu ella líknandi
- Umvælir køk ella baðirúm
- Skiftir orkuskipan
Seg teg í samband við okkum