Um Suðuroyar Sparikassa
Tann 20. mars í 1943 var stovnandi aðalfundur í Suðuroyar Sparikassa. Fyrsti aðalfundurin varð hildin 19. juni 1943, og sjálvt sparikassavirksemið byrjaði 1. oktober 1943.
Oddamaðurin at stovna ein peningastovn í Vági var Petur Dahl á Gørðunum, tann maðurin, sum á so mongum øðrum økjum var slóðbrótari til frama fyri Vágs bygd.
Ætlanin var upprunaliga at fáa eina bankadeild í Vági, og samráðingar vóru um hetta við Sjóvinnubankan, men onkursvegna varð hetta av ongum, og tankin um at stovna ein sparikassa kom í. Eitt skriv varð sett saman og sent út til fólk, sum møguliga vildu seta pening í og stovna ein sparikassa. Hetta skriv sæst høgrumegin:
Fyrsti stjóri í Suðuroyar Sparikassa var Peter Dahl (1911-1996), ið var stjóri til 1980. Núverandi stjóri í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, tók við stjórastarvinum 1. januar 2005.
Suðuroyar Sparikassi var ein sparikassi fram til árið 2006. Á eykaaðalfundi 27. februar 2006 varð einmælt samtykt at umskipa Suðuroyar Sparikassa til partafelag, og harvið gjørdist Føroya minsti sparikassi ein banki.
Umskipanin frá at vera ein sjálvsognarstovnur til at vera eitt partafelag, gevur Sparikassanum betri møguleika til at gera tær broytingar, sum Suðuroyar Sparikassi í framtíðini hevur sett sær fyri at fremja.
Høvuðsdeildin hjá Suðuroyar Sparikassa er í Vági, og hetta var eisini einasta deild sparikassans fram til ár 1986, tá deild lat uppp í Porkeri. Við árunum varð tørvur á fleiri deildum, og í 1998 varð deild latin upp í Tórshavn. Í 2006 varð deild latin upp á Tvøroyri. Nú nógv bankaviðurskiftir verða avgreidd umvegis netbankan og við gjaldskortum, hevur Suðuroyar Sparikassi í dag bert deildina í Vági og Tórshavn.
Misjónin hjá Suðuroyar Sparikassa er at vera ein jarðbundin privatkundabanki við vilja til nýskapan
Visjónin hjá Suðuroyar Sparikassa er at vera Føroya tryggi, kompetenti og hugnaligasti privatkundabanki
Á breddanum
Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Tryggja tær, at flytingar verða framdar fyri jól og nýggjár.
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.