At seta búgv
At fáa sær eitt heim er ein av teimum størstu avgerðum í lívinum fyri nógv - og serliga fyri ein, sum skal keypa fyri fyrstu ferð kann tað verða rættiliga krevjandi.
Hvat, hvar og nær eru týdningarmikið at fáa práta um, tá avgerð skal takast um eitt heim - skal tað verða eini sethús, raðhús ella nøktar ein íbúð tørvin.
T.d. vil ein sjálvur taka avgerðir um ta ein keypir? So er ein eigaraíbúð nokk ikki tað sum skal keypast, tí oftast er reglur fyri hvat ein má gera í eigaraíbúðini.
Tað er eisini týdningarmikið at hugsað um hvussu fíggjarliga rásarúmið skal verða. Skal tað verða pláss fyri stórum fíggjarligum aktivitetum ella kann fíggjarliga rásarúmi vera minni í nøkur ár.
Saman við tínum tørvi og krøvum verður fyrispurningurin viðgjørdur út frá eginleikum, fyrimunum og vansum fyri einstøku fíggjarmøguleikarnar.
Vælkomin at tosa við okkum um tínar møguleikar
Á breddanum
Freistir fyri flytingar fyri jól og nýggjár 2024
Tryggja tær, at flytingar verða framdar fyri jól og nýggjár.
Suðuroyar Sparikassi hevur havt vitjan av Fíggjareftirlitinum í sambandi við hvítvaskeftirlit
Á eftirlitsvitjan í mai 2024 kannaði Fíggjareftirlitið arbeiðið hjá Suðuroyar Sparikassa at fyribyrgja hvítvaski og fígging av yvirgangi.
Seg teg í samband við okkum