Avtaluinnlán
Avtaluinnlán
er eitt serinnlán, har tú fyri eina ávísa upphædd fær eina fasta
rentu í eitt ásett tíðarskeið. Í hesum ásetta tíðarskeiði,
kann hvørgin av pørtunum uppsiga avtaluna. Privatpersónar og fyritøkur/feløg kunnu stovna avtaluinnlán.
Rentan verður tilskrivað, tá avtalutíðarskeiðið
er av.
Tú kanst velja avtaluinnlán fyri ymisk tíðarskeið.
Í løtuni bjóða vit
- Avtaluinnlán, kontan bundin í 1 ár til fasta árliga rentu á 3,1%.
- Avtaluinnlán, kontan bundin í 2 ár til fasta árliga rentu á 3,35%.
- Upphæddin skal í minsta lagi vera kr. 300.000 fyri privatkundar.
- Upphæddin skal í minsta lagi vera kr. 500.000 fyri vinnukundar.
Seg teg í samband við okkum