Bráðsjúkutrygging
- Kann teknast av øllum millum 18-49 ár, men kann bert teknast saman við Kjarnutrygging, Restskuldatrygging ella Viðskiftafólkatrygging.
- Tryggingin verður útgoldin um bráðsjúkan verður staðfest í tryggingartíðarskeiðinum.
- Útgjaldið vil samsvara við ta teknaðu tryggingarupphædd.
- Tryggingin skal teknast innan tryggjaði fyllir 50 ár.
- Góðkend heilsuváttan krevst umframt at bráðsjúkan er umfatað av tryggingini, sí treytir her.
Tryggingin verður útgoldin um tryggjaði fær eina hættisliga sjúku, áðrenn viðkomandi fyllir 67 ár. Í tryggingini eru børn millum 28 dagar og 18 ár eru umfataði. Tá verður tryggingarupphæddin á 60 % útgoldin til tryggjaða.
- Tryggingarupphædd kann teknast upp til kr. 200.000.
Seg teg í samband við okkum