Suðuroyar Sparikassi

FOKUS

FOKUS er til tín, ið er millum 18-29 ár. Tá ið tú ert í hesum aldri, koma nógvir tankar og spurningar um framtíðina ... hvar skal eg fara og nær? Tí hevur tað týdning, at tú tíðliga ert varug/-ur við tínar møguleikar. 

Sum FOKUS kundi kanst tú velja millum ymsar kontur og sjálvtænastur alt eftir, um tú fert undir víðari útbúgving, vilt sleppa síggja heimin ella vilt spara saman til eini hús.

Sama um tú ert virkin á arbeiðsmarknaðinum ella lesandi, kann tað vera kostnaðarmikið at verða eldri enn 18 ár. Tú flytur kanska úr barnaheiminum og hevur tørv á innbúgvi, innskoti til íbúð ella lán til sjálva útbúgvingina. Við FOKUS pakkanum ber til at fáa fíggjarligt rásarúm og søkja um FOKUS Lán ella FOKUS Kreditt.

Sum FOKUS kundi fært tú ymsar sjálvtænastur, millum annað gjaldskortið Mastercard Silvur, Netbankan, Boðtænastu og GjaldSkipan.

Allar hesar sjálvtænastur eru ókeypis at fáa frá Suðuroyar Sparikassa, hevur tú FOKUS pakkan. Tó kostar tað at fáa egna mynd á kortið og at fáa sms frá Boðtænastuni.



Tíðindi

  • 16 May 2019

    Tekniskir trupulleikar - kaðalslit
    Dagføring kl. 15.47 Allar skipanirnar koyra aftur sum vant.

  • 24 Apr 2019

    Flaggdagin
    Flaggdagin 25. apríl hava deildir okkara stongt. Opið verður aftur fríggjadagin 26. apríl kl. 9.30.Tørvar

     Eldri tíðindi


Suðuroyar Sparikassi P/F 
Vágsvegur 60 • Postboks 2 • FO-910 Vágur
Tel 359870 • SWIFT/BIC: SUSPFOT1 • ss@ss.fo

P/F nr. 4122
V-tal 550558
Skr. nr. 9870

Upplatingar- og telefontíðir                  

Mánadag - fríggjadag kl. 9.30-16.00.