NemKonta

NemKonta er ein vanlig bankakonta, sum almennir stovnar í Danmark nýta til veitingar til borgarar. 

Um tú skalt fáa veiting gjøgnum danskar almennir stovnar - SU, pensjón, avlopsskatt ella aðra veiting - er neyðugt, at tú skrásetur eina av tínum kontum til eina NemKontu.

Tú kanst lættliga broyta eina av tínum vanligu kontum í Suðuroyar Sparikassa til eina NemKontu, og tú velur sjálv/-ur hvør konta skal broytast.

Tó krevst, at tú hevur fingið danskt persónsnummar (cpr.nr.), áðrenn NemKonta verður skrásett. Hetta fært tú, um tú flytir til Danmarkar, men tú kanst eisini fáa hetta við at venda tær til Ríkisumboðið, t.d. í samband við lestur uttanfyri danska ríkið. 

Set teg í samband við okkum, um tú vilt hava eina NemKontu

359870

Send teldupost