Mastercard Debitt kortsløgini geva tær tann tryggleika, at tú í mesta lagi kanst hava eina kortnýtslu svarandi til ta upphædd, tú hevur á kontuni. Nýtsluupphæddin verður skuldskrivað beinanvegin, kortið verður nýtt. Harumframt er snilt at hava eitt Debitt kort við at ferðast afturat eitt nú einum VISA/Dankorti ella Mastercard Kreditt.

Suðuroyar Sparikassi bjóðar fimm ymisk sløg av Mastercard debittkortum, sum tú kanst lesa meira um niðanfyri.

Samanber Mastercard debittkortini

Young

Til tey 10-17 ára gomlu

  • Møguleiki fyri korti við egnari mynd
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr. 2.000
  • Keyp upp til 30.000 kr. í handlum og á netinum dagliga
  • Ókeypis

Silvur

Til tey 18-29 ára gomlu

  • Tiltaksavlýsingartrygging og longd vørutrygging
  • Møguleiki fyri korti við egnari mynd
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr.  5.000
  • Keyp upp til 30.000 kr. í handlum og á netinum dagliga
  • Ókeypis

Standard

Til kundar yvir 30 ár

  • Møguleiki fyri  korti við egnari mynd
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr.  5.000
  • Keyp upp til 30.000 kr. í handlum og á netinum dagliga

Gull

  

  • Ferðatryggingar og longd vørutrygging
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr. 6.000  
  • Keyp upp til 50.000 kr. í handlum og á netinum dagliga

Platinum

  • Ferðatrygging og longd vørutrygging
  • Priority Pass
  • Saldueftirlit
  • Hámark fyri úttøku í sjálvtøku dagliga: kr. 10.000
  • Keyp upp til 250.000 kr. í handlum og á netinum dagliga

OSS/Ofta settir spurningar

Eru onnur hámørk, um eg brúki kortið uttanlands?
Visa/Dankort hevur eitt nýtsluhámark á kr. 25.000 pr. leypandi 30 dagar í útlendskum valuta.
MasterCard Debitt kortsløgini hava í mun til Visa/Dankort hægri nýtsluhámark. Tað er ymiskt frá kortslagi til kortslag, hvussu høgt hámarkið er: úr 2.000 kr. upp í 10.000 kr. Sí nærri kunning undir teimum ymisku Mastercard kortunum ella her.
Hvørji eru hámørkini fyri úttøku í sjálvtøku dagliga?

Hámørkini eru ymisk frá kortslagi til kortslag, les um nýtsluhámørki her.

Kann eg nýta Mastercard Debitt til at leiga bil uttanlands?

Nei, tí tað vísir seg, at bilaútleigarar krevja, at kredittkort verða nýtt, tá ein skal leiga bil uttanlands.