Kunngerð um góða siðvenju fyri fíggjarligt virksemi

Danska Økonomi- og Erhvervsministeriet hevur sett í gildi kunngerð um góða siðvenju fyri fíggjarligt virksemi.

Suðuroyar Sparikassi vísir til hesa kunngerð og ger vart við, at Suðuroyar Sparikassi í nøkrum førum fær provisjón ella aðra samsýning, tá víst verður til ella selt verða tænastur hjá samstarvsfelaga, t.d. við miðling av íløguprógvi og tryggingum.

Upplýsingar um samstarvsfelagar hjá Suðuroyar Sparikassa eru at finna aðrastaðni á heimasíðuni.

 

Her sært tú Bekendtgørelse for Færøerne om god skik for finansielle virksomheder